Givin at leita eftir horvnari kvinnu

Givin at leita eftir horvnari kvinnu
"Enn er ikki greitt, hvat er hent kvinnuni," sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn, nú givið er at leita eftir útlendsku kvinnuni við Trælanípuna
Tey eru givin at leita eftir horvnu kvinnuni. Nú verður hon eftirlýst, sigur løgreglan.
 
10.10.2022 - 12:33

Givið er at leita eftir útlendsku kvinnuni, sum hvarv við Trælanípuna, Teistarók ella Rivurnar fríggjamorgunin.

"Enn er ikki greitt, hvat er hent kvinnuni," sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn.

 

Horvna_kvinnan_01_10102022

 

Leitað hevur verið við báti, tyrlu og dronum, og bjargingarlið og løgreglufólk við hundum hava leitað á landi. 

Kvinnan skal vera farin í hagan saman við manni sínum um hálvgum sjey tíðina fyri at síggja sólina rísa.

Um 10 tíðina boðaði maðurin frá, at kona sín var horvin, og so fór stór leiting í gongd.

Í slíkum málum arbeiðir løgreglan altíð við fýra møguleikum: 

- At kvinnan doyði av nátúrligum orsøkum
- at talan er um vanlukku
- at kvinnan hevur tikið seg av døgum
- ella at onkur hevur gjørt av við hana.

Men einki er útilokað enn, sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn. 

 

Horvna_kvinnan_-_Runi_Vesturklett_02_10102022
 
 
Rúni Vesturklett, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn, sigur, at veðrið var gott henda morgunin, men seinni um dagin vaksin hann vindin.

 

Horvna_kvinnan_-_Runi_Vesturklett_03_10102022

 

Kanningararbeiðið heldur fram eina tíð aftrat til løgreglan hevur gjørt sær ein mynd av, hvat er hent, sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn.

 

Horvna_kvinnan_-_Runi_Vesturklett_04_10102022


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028