Fær neyvan ávirkan á danska valið

bannari
Fær neyvan ávirkan á danska valið
At føroyingar og danir ikki fara á fólkatingsval sama dag, fær neyvan ávirkan á danska valið, heldur danski innanríkismálaráðharrin
10.10.2022 - 18:04

Føroyingar skulu atkvøða til Fólkatingið dagin fyri, at danir fara á val. Hetta var greitt um vikuskiftið, tá ein breiður meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum valdu at ganga umbønini hjá løgmanni á møti um at flyta valdagin í Føroyum - tí 1. november er minningardagur teirra sjólætnu.

Leygardagin gekk Fòlkatingið umbønini hjá løgmanni á møti um at flyta valdagin til 31. oktober. Altso dagin fyri, at valið er í Danmark. 

Innanríkismálaráðharrin í Danmark metir ikki, at flutti valdagurin í Føroyum fær ávirkan á danska valið. 

Sambært danska Innanríkismálaráðharranum kundi danski forsætisráðharrin ikki vita, at 1. november var ein óheppin valdagur í Føroyum. 

Moderaterne var einasti flokkur, sum atkvøddi ímóti at flyta valdagin. Lars Løkke Rasmussen, formaður í flokkinum, sigur við Kringvarpið í dag, at hann ONKI hevur ímóti, at valdagurin verður fluttur. Men hann heldur, at tann avgerðin skal takast av einum føroyskum meiriluta. 

Út frá teimum upplýsingum, sum Fólkatingið fekk, var umbønin hjá løgmanni ikki umrødd við hinar flokkarnar í Føroyum, og tí tóku Moderaterne ikki undir við umbønini, sigur Lars Løkke Rasmussen altso í viðmerking til Kringvarpið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091