Niðurflytingarstríðið: støðan hjá NSÍ er hættislig

Niðurflytingarstríðið: støðan hjá NSÍ er hættislig
NSÍ er trý stig aftan fyri B68 og 07 Vestur, og sjálvt um runavíkingar vinna teir síðstu dystirnar, kunnu teir flyta niður. - Støðan er hættislig, segði Oddbjørn Joensen í 3-2
10.10.2022 - 20:48

Øll fylgja við botnstríðnum í Betri-deildini. 

Meistaraheitið er avgjørt, og einasta óvissan á ovaru hálvu á stigatalvuni er, hvørt B36 ella EB/Streymur fer avstað við síðsta evropeiska plássinum.

Í hinum endanum sær støðan í NSÍ einki serlig út. Nú tveir dystir eru eftir, hava runavíkingar trý stig upp til 07 Vestur og B68, sum vitja við Løkin næsta vikuskifti.

 - Støðan er hættislig, segði Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, í 3-2 mánakvøldið.

 - Sjálvt um NSÍ vinnur báðar dystirnar, kunnu teir flyta niður.

Botnbrak við Løkin

í 26. umfari bresta NSÍ og B68 saman við Løkin í Runavík, og tað kann gerast ein dystur, sum avger lagnuna hjá runavíkingum.

Vinnur B68, samstundis sum 07 Vestur fær stig í antin útsetta dystinum ímóti EB/Streymi mikukvøldið ella ímóti Skála um vikuskiftið, fer NSÍ niður í 1. deild.

Vinna runavíkingar, koma teir upp undir liðina á toftamonnum, sum hava munandi betri málúrtøku. 

 - Eingin hevur mær vitandi peikað á NSÍ sum møguligan niðurflytara, og vit, sum hyggja nógv at fótbólti, hava ikki ordiliga trúð upp á, at teir kunnu fara niður, segði Oddbjørn Joensen.

 - Men sum sagt, teir kunnu gott vinna báðar dystirnar, sum eru eftir, og framvegis flyta niður.


Nógvur spenningur er um botnstríðið í Betri-deildini við monnum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523