Veljarakanning: Moderatarnir triðstørsti flokkur

bannari
Veljarakanning: Moderatarnir triðstørsti flokkur
Var fólkatingsval í dag, hevði flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen fingið tingsessir
Nýggj veljarakanning vísir, at flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen fær 17 tingsessir í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.10.2022 - 16:03

Moderatarnir, sum er nýggi flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, hevði verið triðstørstur, um fólkatingsval var í dag.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau. 

Moderatarnir høvdu fingið 9,2 prosent av atkvøðunum, sum svara til 17 tingfólk. 

Sosialdemokratarnir høvdu verið størsti flokkur á valinum við 25 prosentum. Tað hevði givið 46 tingsessir.

Størsti borgarligi flokkurin í kanningini er Vinstri, sum fær 14,7 prosent, ella 27 tingfólk.

 

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum.

 

Danski fólkaflokkurin missir umboðanina

Verri gongur hjá tveimum av hinum flokkunum á bláa veingi. Afturgongdin hjá teimum Konservativu í veljarakanningunum heldur fram. Flokkurin fær 7,7 prosent av atkvøðunum og 14 tingsessir í nýggju kanningini.

Uppaftur verri gongur hjá Danska fólkaflokkinum, sum bara fær 1,8 prosent at atkvøðunum. Flokkurin røkkur tí ikki upp um tinggáttina.

Tilsamans fær reyði vongur 87 tingfólk, og flokkarnir á bláa veingi fáa 71 sessir. Neyðugt er við 90 tingfólkum fyri at fáa meiriluta í fólkatinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011