Gassprísurin lækkar í vetur

Gassprísurin lækkar í vetur
Í løtuni er prísurin tann lægsti síðani í juni
Orsøkin til, at prísurin á gassi er lækkaður, er, at goymslurnar eru fullar, og fólk spara.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.10.2022 - 08:22

Útlit eru fyri, at prísurin á gassi ikki verður so høgur í vetur, sum stúrt hevur verið fyri.

Í vikuni lækkaði prísurin niður í tað lægsta, sum hann hevur verið síðani í juni. Mánadagin var prísurin 136 evrur fyri ein megawatttíma samanborið við 300 evrur fyri ein megawatttíma í august.

Prísurin er framvegis høgur, men tað gongur rætta vegin, sigur búskaparfrøðingurin fyri íløgur hjá Nordnet, Per Hansen.

Hvussu gongdin fer at verða í vetur, er ilt at spáa um, sigur búskaparfrøðingurin, tí alt veldst um, hvussu nógv gass verður at fáa.

 

Goymslurnar fullar

Russland selir ES eitt sindur av gassi, og steðgar Rusland søluni, so fer písurin at hækka aftur.

Orsøkin til, at prísurin á gassi er lækkaður, er, at goymslurnar eru fullar, og fólk spara, skrivar NTB.

ES-londini fara hósdagin og fríggjadagin at umrøða eitt uppskot frá ES-nevndini um at skipa eitt sonevnt kartell, so øll londini eru saman um at keypa gass. Tað skal gerast fyri at hava tamarhald á prísinum og skal vara fyri veturin, er uppskotið frá ES-nevndini.

Kartellvirksemi er ikki væl sætt í ES, men tað er neyðugt í hesum førinum, sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176