Spírar skulu vera um tey gomlu á røktarheimum

Spírar skulu vera um tey gomlu á røktarheimum
Tórshavnar kommuna fer undir royndarverkætlan, har 14-17 ára gomul spæla spøl, fara gongutúr, baka ella práta við tey gomlu
Spírarnir verða settir í eitt íblástrarstarv, har endamálið er at økja um vitanina um og áhugan hjá teimum ungu at arbeiða við eldri fólki. (Savnsmynd)
 
21.10.2022 - 09:11

Tórshavnar kommuna fer nú undir eina royndarverkætlan við spírum, har 14 - 17 ára gomul skulu vera um tey eldru á røktarheimunum í kommununi.

Uppgávurnar hjá teimum ungu, sum verða nevnd spírar, eru eitt nú at spæla spøl, fara gongutúrar, lesa bløð ella bøkur, baka ella práta við tey gomlu.

Spírarnir verða settir í eitt íblástrarstarv, har endamálið er at økja um vitanina um og áhugan hjá teimum ungu at arbeiða við eldri fólki.

Tórshavnar kommuna byrjar við at seta ung fólk í starv á Tjarnargarði við Hoyvíksvegin, tveir tímar hvønn gerandisdag.

Ætlanin er eisini at seta ungfólk á fleiri øðrum røktarheimum í kommununi, tá ið royndarverkætlanin er endurmett um eitt hálvt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290