Sama skattaprosent í Runavík

Sama skattaprosent í Runavík
Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2023 javnvigar við 270 milliónum krónum.
 
06.11.2022 - 17:43

Hóskvøldið samtykti Runavíkar býráð við fyrstu viðgerð fíggjarætlanina fyri 2023. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almenna býráðsfundinum hósdagin 24. november.

Runavíkar kommuna heldur fram við 21 og einum hálvum skattaprosenti, og barnafrádrátturin er enn ein hin hægsti í landinum, 8.000 krónur. Fíggjarætlanin fyri 2023 javnvigar við 270 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 8,3 milliónum og eingi lán verða sambært fíggjarætlanina tikin í 2023. Hinvegin skal ein partur av nýggju svimjihøllini lánfíggjast, og kommunan fer nú undir at fyrireika ta lántøkuna.

Samlaði vøksturin í rakstrinum fimm prosent.

Nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu svarar til eina góða hálva álíkning.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087