Húsarhaldsskúlin í gongd

Húsarhaldsskúlin í gongd
Í morgin verður spakin settur í, so farast kann undir at byggja nýggja húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
 
06.11.2022 - 17:56

Tað er Símun á Høvdanum, ið ber hesi tíðindi á Facebook-vanga sínum. Hann hevur síðani 13. september umboðað Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð, har hann avloysir Gunnvá við Keldu, sum er í farloyvi handa mánaðin út.

Nýggju karmarnir hjá Føroya Húsarhaldsskúla, sum verður í miðbýnum, har kappróðrarneystið er nú, gera tað møguligt at økja um næmingatalið úr 21 upp í 36.

Soleiðis fer skúlin framtíðini at fáa enn betur møguleikar at skipa fyri ymsum skeiðum, tí á hvørjum ári eru yvir 300 skeiðsluttakarar á skúlanum.

Kostnaðurin fyri nýggja húsarhaldsskúlan er útivið 57 milliónir krónur, harav Klaksvíkar kommuna fíggjar tær 21.

Sjey fólk starvast á húsarhaldsskúlanum, ið eisini javnan brúkar gestalærarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520