Eggja føroyskum ungdómi at gerast íverksetarar

Savnsmynd
Eggja føroyskum ungdómi at gerast íverksetarar
Lættari skal verða hjá føroyskum ungdómi at gera hugskot síni til veruleika, tí hetta gagnar bæði búskapinum og samfelagnum yvirhøvur. Soleiðis ljóðar nýggjasta útmeldingin frá Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning.
22.08.2013 - 15:00

 

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur í hesum døgum verið úti á miðnámsskúlum og hildið fyrilestrar, um hvussu ung kunnu gera síni hugskot til veruleika, og í dag lansera tey eina heimasíðu, sum skal geva íblástur og hjálpa spírandi ungum íverksetarum at koma í gongd. Átøkini eru partur av eini størri verkætlan, sum skal gera tað lættari og hugaligari hjá ungum at gerast íverksetarar.

 

Talan er um eina altjóða verkætlan, sum ber heitið RYE (Rural Youth Entrepreneurship), og londini, sum eru við, eru Føroyar, Norðurírland, Grønland og Finnland.

 

- Búskapurin í smáum samfeløgum hevur stórt gagn av smáum lokalum virkjum. Av tí at nógv av tí siðbundnu vinnuni hvørvur til frama fyri meira vitanarkrevjandi vinnur, rakar hetta serstakliga øki í útjaðaranum. Fyri at steðga afturgongdini í búskapi og búseting er neyðugt at fáa nýtt virksemi ístaðin fyri tað, sum fer, og her er tað, at ungdómurin og hugskot teirra eru avgerandi, skrivar Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari í Føroyum um verkætlanina.

 

Almenn móttøka verður í Østrøm í dag kl. 14-16, har kunnað verður um verkætlanina og nýggju heimasíðuna. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.