Løgtingsval: Nógv mál detta burtur

bannari
Løgtingsval: Nógv mál detta burtur
Millum málini, sum verða av ongum, eru uppskotið um fíggjarlóg, skattalætta og hægri barnafrádrátt
Løgmaður hevur skrivað út val, og tað hevur við sær, at fleiri tingmál detta burtur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 07:53

Nógv stórmál hjá landsstýrinum verða av ongum, í hvussu so er í hesum valskeiðnum, nú løgmaður hevur boðað frá løgtingsvali.

Tað størsta av hesum málum er uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.

Onnur uppskot eru tey: 

- um skattalætta og hægri barnafrádrátt. 

- um inngjald og útgjald hjá Barsilsskipanini. 

- um at broyta 26 lógir um fíggjarligt virksemi, so lættari verður hjá peningastovnunum at vera á altjóða marknaðinum.

 

Elakfør og meirvirðisgjald

Uppskotið um at leingja frítøkuna fyri meirvirðisgjald og virðisgjald hjá teimum, sum keypa elakfør ella vetnisakfør.

Konkurslógin skuldi eisini dagførast. 

Uppskotið um tøkugjaldið hjá alivinnuni dettur burtur, umframt uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Uppskotið um at geva kommunum loyvi til at geva foreldrum pengar fyri at ansa børnunum í staðin fyri at senda tey í vøggustovu, var á veg í løgtingið og er til hoyringar í løtuni.

Og so kann leggjast aftrat, at uppskotið um at hava summartíð alt árið var á veg í løgtingið.

Har er hoyringarfreistin farin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985