Krav um trygdarvarðhald í nevningatingi

Krav um trygdarvarðhald í nevningatingi
Ein 30 ára gamal maður er ákærdur fyri fýra brot á revsilógina
Nevningating verður í Føroya rætti.
 
11.11.2022 - 08:12

Nevningating verður í Føroya rætti í næstu viku.

Ein 30 ára gamal maður er ákærdur fyri fýra brot á revsilógina.

Hann er ákærdur fyri neyðtøkuroynd og fyri við harðskapi ella hóttan um harðskap at stjala taskuna frá tveimum kvinnum.

Hann er eisini ákærdur fyri at hava goymt 74 gramm av hassji fyri ein annan fanga í Varðhaldinum í Mjørkadali. 

Elsta málið er frá sumrinum 2019, og tað seinasta, neyðtøkuroyndin, var, sambært ákæruritinum, 20. mars í ár.   

 

Neyðtøkuroynd

Neyðtøkuroyndin miseydnaðist, sigur ákæruritið, tí kvinnan gjørdi mótstøðu og millum annað beit mannin í armin.

Ákæruvaldið krevur, at maðurin verður dømdur í forvaring, í trygdarvarðhald.

Trygdarvarðhald verður brúkt, tá ákærd eru mett at vera serliga vandamikil fyri onnur, og vandi skal vera fyri, at ákærd endurtaka tey brot, tey áður eru dømd fyri.

 

Trygdarvarðhald

Eingin tíð er fyri trygdarvarðhald. 

Men fimm ár eftir dómin skal rætturin meta, um trygdarvarðhaldið skal halda fram. 

Skal tað halda fram, skal rætturin síðani annaðhvørt ár meta um málið.

Fyri at fáa dóm um trygdarvarðhald krevst, at ákærda fólkið er mentalkannað.  

Fýra dagar eru settir av til nevningatingið í Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938