Innlandsísurin bráðnar skjótari enn hildið

Innlandsísurin bráðnar skjótari enn hildið
Nýggj kanning vísir, at innlandsísurin í landnyrðingsgrønlandi bráðnar seks ferðir skjótari enn áður mett.
Stórar áir savnast undir innlandsísinum við bræðingarvatni, sum síðani rennur út á sjógv. Í støðum bráðnar ísurin í Grønlandi heili seks ferðir skjótari enn áður hilldið.
 
13.11.2022 - 16:59

Meðan heimsins leiðarar kjakast um, hvat skal gerast fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum til COP27 ráðstevnuna í Egyptalandi, vísir ein nýggj vísindalig kanning, at man higartil hevur undirmett, hvussu skjótt innlandsísurin í Grønlandi bráðnar.

Tí niðurstøðan í kanningini er, at í støðum bráðnar ísurin seks ferðir skjótari enn áður hildið.

Kanningin er útgivin í tíðarritinum Nature, og tað eru millum annað granskarar á DTU Space, sum hava staðið fyri kanningini. 

Shfaqat Abbas Khan, sum er professari á DTU Space sigur sambært danska kringvarpinum, at tey eru bilsin av niðurstøðunum. 

- Vit vistu, at ísurin bránaði skjótari, enn tað roknað var við, men eg vónaði, at tað í ringasta føri var tvífalt so nógv sum hildið, men at talan nú er um eina seksfalding er ørkymlandi, sigur Khan.

Nýggja kanningin staðfestir eisini, at ísurin bráðnar langt inni í landinum, og ikki bert úti við strendurnar.

Hóast kanningin er gjørd við støði í landnyrðingsgrønlandi, so heldur Khan, at úrslitini kunnu yvirførast til onnur støð, eitt nú suðurpólin, har ísbráðningin helst eisini er undirmett. 

At ísurin bráðnar so nógv skjótari merkir, at vatnstøðan í høvunum eisini hækkar skjótari.

- Samlaða vatnstøðan hækkar í øllum førum ein metur fram til 2100, men nú skulu vit kanna neyvari, hvussu nógv tað verður, sigur Shfaqat Abbas Khan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Andaktin
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655