Vildu hava Føroyar at steingja havnir fyri dønum

Vildu hava Føroyar at steingja havnir fyri dønum
Ósemjan við ES og Danmark um sildabýtið er í hæddini. Revsitiltøkini eru á veg, men hetta er ikki fyrstu ferð, at Føroyar, ES og Danmark eru í slíkari trætu
Edmund Joensen svaraði danska uttanríkisráðharranum, at ongar ætlanir vóru um at forða dønum at landa sild í Føroyum, og vísti á, at semja skuldi heldur finnast.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.08.2013 - 12:52

Í 1996 var beint øvut. Tá varð heitt á Føroyar um at steingja sínar havnir fyri donskum skipum.

Tað vísa skjøl, sum Útvarpið hevur fingið fatur á. Strandarlondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland vóru í 1995 samd um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild. Hóast mestsum eingin norðhavssild var í ES-sjógvi, hildu strandarlondini, at ES skuldi fáa eitt prosent av kvotuni.

ES talaði at

Tá talaði ES at. ES góðkendi ikki avtaluna millum strandarlondini, tí tey hildu seg hava søgulig fiskirættindi, umframt at strandarlondini høvdu atgongd til ES-havnir. Úrslitið var, at ES ásetti sær sína egnu kvotu, 150.000 tons. Tað elvdi til eitt stríð millum Noreg, Ísland og Danmark, sum fiskaði størsta partin av ES-kvotuni.

Noreg og Íslandu royndu at steðga donsku fiskiveiðuni, og sýttu donskum skipum at landa í norskum og íslendskum havnum.

Keldur, sum Útvarpið hevur tosað við, siga, at fyrispurningur kom tá úr Noregi, um tað var ein møguleiki hjá føroyingum at taka undir við norðmonnum og íslendingum, og steingja sínar havnir fyri dønum.

Tann 28. mai 1996 var Niels Helveg Petersen, táverandi danski uttanríkisráðharrin, á fundi við sínar starvsfelagar í Íslandi og Noregi. Har vísti hann á týdningin ikki at skerja fiskiskapin við forðingum, men heldur at finna eina loysn á trætuni. 

Skrivaði til Nyrup

Tann 24. mai í 1996 skrivar formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Bent Rulle, til forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, at Føroyar ætla at gera sum Ísland og Noreg og steingja sínar havnir fyri donskum skipum.

Poul Nyrup Rasmussen svarar Bent Rulle, at Danmark hevur gjørt føroyska landsstýrinum greitt, at danir vænta ikki av føroyingum, at teir steingja sínar havnir. Samskifti er eisini millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið.

Í brævi, dagfest 31. mai 1996, til Edmund Joensen, sum var løgmaður, skrivar Niels Helveg Petersen, at hann hevur frætt frá formanninum í Danmarks Fiskeriforening, Bent Rulle, at eisini føroyingar sum partar av ríkisfelagsskapinum ætla at forða dønum í at landa sild í Føroyum.

Vildi hava loysn

Niels Helveg Petersen skrivar í brævinum til løgmann, at hann vónar ikki, at hald er í tíðindunum. Hann leggur afturat, at tað er av størsta týdningi, at allir partar royna at fáa eina semju í lag, og heitir somuleiðis á løgmann um heldur at virka fyril, at ein loysn fæst á trætuni.

Edmund Joensen svaraði danska uttanríkisráðharranum, at ongar ætlanir vóru um at forða dønum at landa sild í Føroyum, og vísti á, at semja skuldi heldur finnast.

Føroyingar stongdu ongantíð sínar havnir fyri dønum. Árið eftir, í 1997, varð ES góðkent sum strandaland, og hevur síðan verið við í semjunum um býtið av norðhavssildini.

Føroyar raktar

Nú verða handilsforðingar settar í verk fyri Føroyar, tí føroyingar, sambært ES, hava ásett sær ov stóra kvotu. Tað ber í sær, at føroyingar sleppa ikki at selja sild og makrel á ES-marknaðinum.

Sum ES-land verður tað eisini galdandi fyri Danmark, sum tá fer at seta revsitiltøk í verk móti einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum. Í samskifti við donsku uttanríkistænastuna í ár hava føroyingar víst á støðuna í 1996.

Hóast spurningurin varð reistur, vístu føroyingar tá samráðingarvilja, heldur enn at forða dønum, sum eftir teirra tykki ovfiskaðu. Støðan er kortini øðrvísi hesaferð, tí Danmark hevur sum ES-land bundið seg til at gera, sum ES-lóggavan sigur - og tað er at seta handilsforðingar í verk fyri Føroyar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564