Bilur stolin í Havn

Bilur stolin í Havn
Ein bilur varð stolin uttan fyri ítróttahøllina á Hálsi í Havn í gjár
 
27.11.2022 - 11:52

Eigarin skuldi eini skjót ørindi inn í høllina og læt í hesum sambandi bilin standa í tómgongd uttanfyri. Tá eigarin kom út aftur, var bilurin horvin. Talan er um ein bláan Opel Astra við nummarplátu GJ564.

Vakthavandi hjá politinum sigur, at tey hava leitað, men enn hava teir ikki funnið bilin, og er tað nakar, sum hevur sæð bilin, eru tey vælkomin at boða politinum frá. 

Eigarin kann vænta sær eina bót fyri at hava latið bilin standa í gongd uttan umsjón.

Í nátt var sum heild friðarligt. Eitt fólk varð skrásett fyri brot á skilhaldsreglur, og eitt annað fólk hevur í sambandi við fyllskap sovið á politistøðini í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961