Grønland í parti við Føroyum móti ES

Grønland í parti við Føroyum móti ES
Hóast Grønland ikki er góðkent at vera strandarland, hevur Grønland fiskað makrel í trý ár og í ár eisini sild við Eysturgrønland
Karl Lyberth, grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Mynd: KNR  
 
26.08.2013 - 08:15

Grønland er eisini strandarland í Norðuratlantshavi og vil hava samstarv við Føroyar og Ísland um makrel og sild.

Tað sigur grønlendski fiskimálaráðharrin, Karl Lyberth, við blaðið Sermitsiaq. Og Grønland er í parti við Føroyum og Íslandi móti ES, og tá eisini Danmark, og Norra.

Grønland ikki góðkent

Men hvørki Føroyar ella Ísland góðkenna Grønland sum strandarland, tá makrelur og sild skulu býtast millum londini. Tað gera ES og Norra heldur ikki.

Hóast Grønland ikki er góðkent at vera strandarland, hevur Grønland fiskað makrel í trý ár og í ár eisini sild við Eysturgrønland. Talan er um royndarveiðu. Talan er um veiðu í egnum sjógvi, og hana kunnu onnur lond einki gera við.

Strandarlondini eru í einari aðrari støðu enn Grønland, tí tey eru við í einari avtalu millum strandarlond um í felag at umsita fiskastovnar, sum ferðast tvørtur um fiskimørk.

Halda fram við royndarveiði

Karl Lyberth, landsstýrismaður, sigur við Sermitsiaq, at Grønland kann halda fram við sínari royndarveiðu í nøkur ár afturat til landsstýrið veit, hvussu stóra kvotu, Grønland eigur og síðani kann krevja sum strandarland.

Í fjør noktaði Ísland, at makrelur úr Grønlandi kundi landast í Íslandi. Men hetta forboðið er ikki galdandi í ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846