Einki verkfall í Air Greenland

Einki verkfall í Air Greenland
Nýggi sáttmálin er galdandi í fýra ár
Flogtænarar og flogternur hjá Air Greenland hava gjørt nýggjan sáttmála.
 
01.12.2022 - 08:31

Verkfallið, sum hótti Air Greenland, verður av ongum.

Semja fekst millum Air Greenland og tey, sum arbeiða í kabinunum í flogførunum. Flyvebranchens Personale Union samráddist fyri tey. 

Nýggi sáttmálin er galdandi í fýra ár. 

Verkfallið skuldi annars byrja í morgin.

Samráðingarnar byrjaðu í oktober í fjør. Men eftir 29 tímar í semingsstovninum fekst semja.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360