Inflatiónin fer at falla

Inflatiónin fer at falla
Varastjórin í svenska ríkisbankanum væntar, at vøksturin í inflatiónini fer at hasa av, men búskaparfrøðingur ivast.
Anna Breman, varastjóri í svenska ríkisbankanum
 
04.12.2022 - 14:50

Metstóra inflatiónin hevur vundið upp á seg uttan steðg í eina tíð, men skjótt kann stígur fara at koma í.

Tað heldur varastjórin í svenska ríkisbankanum, Anna Breman.

- Eg rokni við, at vit aftur eru komin niður á eina inflatión upp á tvey prosent um eitt ár, tá ið vit koma til ársskiftið til 2024, sigur hon við svenska sjónvarpið, SVT.

Klas Edlund, tjóðarbúskaparfrøðingur, er tó ikki líka sannførdur um, at inflatiónin fer at falla so skjótt.

- Eg vóni tað, men eri bangin fyri, at tað kann fara at taka longri tíð, sigur hann, samstundis sum hann sigur seg vænta, at inflatiónin fer at falla nakað hetta næsta árið.

Inflatiónin í Svøríki var í oktober mánaði 9,3 prosent, samanborið við oktober árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925