H71 víðari í EHF Europa Cup

H71 víðari í EHF Europa Cup
Við einum góðum endaspurti eydnaðist H71-kvinnunum at vinna seinna dystin so mikið, at tað rakk til samlaðan sigur á tjekkiska Slavia Prag.
 
04.12.2022 - 21:33

EHF Europa Cup: Slavia Prag-H71 24-29 (14-15)
H71 vinnur samanlagt 56-53

Eftir at hava tapt 27-29 fyri Slavia Prag í gjárkvøldið, var kravið í kvøld ein sigur upp á minst trý mál ella í minsta lagi 30-28, og tann setningin loystu H71-kvinnurnar eisini.

Men einki kemur av sær sjálvum. H71-kvinnurnar byrjaðu sum eitt óløgið og serliga verjan koyrdi væl við eini stórspælandi Rúnu Jógvansdóttir Larsen í málinum, sum yvir allan dystin hevði eitt bjargingarprosent upp á 34,29. Tað eydnaðist teimum at koma framum við fimm málum, tá ið toppskjúttin, Jana Mittún, tvær ferðir á rað smekkaði bóltin alla vallarlongdina í tómt mál.

Men so kom stígur í síðstu sjey minuttirnar fyri steðgin, har H71 brendi eina rúgvu av kjansum, samstundis sum Slavia Prag át leiðsluna upp, so H71 bara var á odda 15-14 í steðginum.

Millum 16 tey bestu
Eftir steðgin megnaði tjekkiska liðið enntá at berja seg framum 18-16, og var tað ikki fyri fýra málum á rað frá Janu, sum uppvigaðu málini hjá gestunum, hevði leiðslan blivið uppaftur greiðari.

Tað stóð á gomlum nøglum hjá H71 leingi, men Rúna í málinum fann nakrar bjargingar fram aftur, samstundis sum Maria Halsdóttir Weyhe kom inn at stýra spælinum, og tað var í veruleikanum heldur ikki, fyrr enn hon tríggjar minuttir fyri tíð skoraði til 28-23, at samlaði sigurin av álvara var í eygsjón.

Við sigrinum er H71 nú millum tey síðstu 16 liðini í EHF Europa Cup-kappingini, sum fyrru helvt av januar mánaði skulu spæla áttandapartsfinalur. Enn hava øll liðini ikki spælt sínar dystir í triðja umfari, so lutakastið til áttandapartsfinalurnar verður ikki fyrr enn um eina góða viku.

H71-málskjúttar: Jana Mittún 10, Guðrið Bogadóttir á Borg 3, Elsa Egholm 3, Marita Mortensen 3, Brynhild Pálsdóttir 3, Christina Turiðardóttir Arge 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Lukka Arge 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. september
Morgunlesturin mikudagur 18. september 2024
180550
Týsdag 17. september
Góðan morgun Føroyar
180793
Týsdag 17. september
Morgunlestur týsdagur 17. september 2024
180549
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838
Týsdag 17. september
Veðrið
180822
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712