Beinir Johannesen hevur gjørt eitt rimmar val

bannari
Beinir Johannesen hevur gjørt eitt rimmar val
Beinir Johannesen, unga stjørnuskotið og nú eisini formaður í Fólkaflokkinum, hevur fingið 1377 atkvøður higartil
 
08.12.2022 - 22:39

Beinir Johannesen var toppskorari hjá Fólkaflokkinum í 2019, og tað er hann so sanniliga eisini í ár, nú Klaksvíkin, heimstaður hansara, er tald upp. Í Klaksvík hevur hann fingið 718 atkvøður. 

Hann hevur fingið heilar 1377 atkvøður higartil í kvøld, samanborið við 998 atkvøður samlað í 2019, og enn mangla valúrslitini í Havn. 

Beinir Johannesen er 25 ár, og hann stillaði upp fyri fyrstu ferð seinasta val sum bert 22 ára gamal. Hann gjørdi eitt sera gott val og var eisini yngsti persónur, sum nakrantíð er valdur beinleiðis inn á løgting. Nú er hann so eisini yngsti formaður yvirhøvur í føroyskum politikki.  


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891