Topp 10: Ruth Vang gjørdi eitt kanónval

bannari
Topp 10: Ruth Vang gjørdi eitt kanónval
Aksel V. Johannesen gjørdist enn einaferð toppskorari, men tað vóru serliga valúrslitini hjá Beinir Johannesen og Ruth Vang, ið vóru merkisverd
Her er topp 10 á løgtingsvalinum 2022
 
09.12.2022 - 00:04

Fyrstu ferð at Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, bleiv vald á ting, so kom hon brakandi inn við 981 atkvøðum. 

Talan er veruliga um, at Ruth Vang hevur sett tuboina til, tí í 2011 fekk hon 98 atkvøður, í 2015 blivu tað til 169, í 2019 265, og nú í 2022 fekk hon 981 persónligar atkvøður.

 

Havnin kostaði Fólkaflokkinum

Eisini Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, gjørdi eitt kanónval við 1688 persónligum atkvøðum. 

Leingi sá út til, at Fólkaflokkurin fór at fáa sjey tingfólk, men rumblið í Havn innheitaði flokkin, tí tað var í høvuðsstaðnum, at flokkurin minsti á stokkinum og endaði á seks tingfólkum.

 

Aksel fyri triðu ferð

Aftur hesuferð var tað Aksel V. Johannesen, ið gjørdist toppskorarin við 1961 atkvøðum. 

Hetta er triðja løgtingsvalið á rað, at formaðurin í Javnaðarflokkinum verður toppskorari. 

Nevnivert er tað eisini, at Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum er á topp 10 listanum. 

 

Høgni Hoydal vánaligt val

Síðani Høgni Hoydal stillaði upp til løgtingið fyrstu ferð í 1998, so hevur hann ligið oman fyri 1.000 persónligar atkvøður - inntil løgtingsvalið í ár. 

760 persónligar atkvøður eru útvið 500 færri enn hann fekk fyri fýra árum síðani, og bert ein fleiri enn partakvinnan Bjørt Samuelsen, ið fekk 759. 

Vánaliga úrslitið hjá formanninum í Tjóðveldi er bara enn meira brenni á bálið hjá teimum sum halda, at eitt formansskifti er neyðugt í Tjóðveldi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345