- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru 54.159 fólk í Føroyum
Nú eru 54.159 fólk í Føroyum
Framvegis eru stívliga 2.000 fleiri menn enn kvinnur

72 fólk komu aftrat í oktober. (Savndmynd: Hagstovan)
12.12.2022 - 09:49
1. november búðu 54.159 fólk í Føroyum.
72 fólk komu aftrat í oktober.
1. november í fjør vóru 53.552 fólk í Føroyum, so vøksturin er 1,1 prosent.
Fólkatalið minkaði í 12 kommunum frá november í 2021 til november í 2022 og stóð í stað í einari kommunu.
Framvegis eru stívliga 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























