Samráðingarnar halda fram fyrrapartin

Samráðingarnar halda fram fyrrapartin
Samráðingarleiðarin væntar, at í dag verður greitt, um teir tríggir flokkarnir fara undir ítøkiligar samráðingar
Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2022 - 09:15

Klokkan 10 halda samráðingarnar fram millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn um at skipa samgongu.

Trý umboð fyri hvønn av teimum trimum flokkunum sótu til klokkan átta í gjárkvøldið og tosaðu yvirskipað um tey ymisku politisku málini.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari, sigur í morgun, at flokkarnir hava nøkur mál at tosa um aftrat, og so skal støða takast til, um ítøkiligar samráðingar skulu vera millum flokkarnar, har øll tingfólkini verða tikin við. 

Aksel V. Johannesen væntar, at støða verður tikin í dag, um flokkarnir skulu fara undir ítøkiligar samráðingar. 

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391