Samráðast við Tjóðveldi í dag

bannari
Samráðast við Tjóðveldi í dag
Eftir at samgongusamráðingarnar slitnaðu í gjárkvøldið, hevur samráðingarleiðarin sent boð eftir Tjóðveldi
Samráðingarnevndin hjá Javnaðarflokkinum í løgtinginum í gjár. Nú hevur Aksel V. Johannesen sent boð eftir Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2022 - 08:48

Nú klokkan níggju fara Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn at samráðast um nýtt landsstýri.

Tjóðveldi er boðsent til samráðingar, eftir at samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn slitnaðu í gjárkvøldið.

Tað var spurningurin um at skerja ríkisveitingina, sum gjørdi, at samráðingarnar slitnaðu. Sum skilst var so mikið langt millum Sambandsflokkin og Framsókn í hesum spurninginum, at Framsókn avgjørdi at taka seg úr samráðingunum.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fekk fundarboð frá samráðingarleiðaranum í gjárkvøldið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, staðfesti um sjey tíðina í gjárkvøldið, at samráðingarnar bóru ikki á mál, og at hann fór at senda boð eftir Tjóðveldi.

Og nú klokkan níggju verður fyrsti samráðingarfundurin millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329