Pedagogfelagið keypt smáttu í Vági

Pedagogfelagið keypt smáttu í Vági
Limir kunnu leiga smáttuna, sum er 40 fermetrar
Smáttan, sum Pedagogfelagið hevur keypt, var yvirtikin 1. desember.
 
21.12.2022 - 09:48

Pedagogfelagið hevur keypt eina frítíðarsmáttu í Vági.

Hon verður nú leigað limunum. Seks fólk kunnu búgva í smáttuni.

Smáttan kann leigast fyri 500 kr. fyrsta samdøgrið og síðani fyri 300 kr. um samdøgrið.

Pedagogfelagið hevði eykaaðalfund hálvan november.

Á skránni var eittans mál: heimild hjá nevndini at keypa frítíðarhús. Ta heimildina fekk nevndin.

Og longu 1. desember yvirtók Pedagogfelagið smáttuna í Vági.

Limir í Pedagogfelagnum hava í nógv ár spurt nevndina, um felagið ikki eigur at hava eini frítíðarhús, sum limirnir kunnu leiga, segði Jógvan Philbrow, formaður, við Útvarpið fyri eykaaðalfundin í november.

Frítíðarhúsið í Vági er bygt í 2016. Smáttan er 40 fermetrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364