Illveður og smærri skaðar

Illveður og smærri skaðar
Ringa veðrið hevur elvt til smærri skaðar kring landið, og tað ávirkar eisini samferðsluna
 
26.12.2022 - 10:55

Tað er sera nógvur vindur kring landið í morgun og tað er eisini hált í støðum.
Landsverk boðar frá, at klokkan 07.39 vóru 44 metrar um sekundið á Gjáarskarði og har kundi eisini roknast við hálku. Á Heltnini á Oyndarfjarðavegnum varð boðað frá 39 metrum um sekundi í hvirlunum. Tað er tó ikki bara í hæddunum at nógvur vindur er, og millum annað eru máldir 34 metrar um sekundið í hvirlunum í Kaldbaksbotni og í Tjørnuvík 36 metrar um sekundið.

Ringa veðrið rakar alt landið, og nakrar takplátur eru rivnar bæði í Klaksvík, Vestmanna, Streymnesi og á Strondum. Eisini í Ørðavík hava tey havt trupulleikar við leysum lutum, sum fuku runt í vindinum. Nøkur ferðsluóhapp hava eisini verið, har bilar eru farnir av vegnum í ringu koyrilíkindunum, millum annað í Gøtudali og Tjørnuvík - tíbetur var eingin álvarsigur fólkaskaði. Tveir bilar kódnaðu eisini, tí teir høvdu rent seg í djúpar hylar og startaðu ikki aftur.

Strandferðslan boðar eisini á síni heimasíðu frá fleiri avlýsingum, bæði hjá bussum og skipum og flogferðslan er eisini darvað av ringa veðrinum. Flogfarið til og úr Bergen er avlýst og allar aðrar aðrar fráferðir og komur eru seinkaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179