Nýggja landsstýrið: Kringvarpið skal styrkjast!

Um KVFBloggur
Nýggja landsstýrið: Kringvarpið skal styrkjast!
Landsstýrið, sum tók við beint áðrenn jól, ætlar at bøta um korini hjá miðlum. Umframt Kringvarpið skal eisini miðlalandslagið styrkjast og tilfar til børn og ung fleirfaldast
Kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, fegnast um politisku raðfestingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30-12-2022

Nýskipaða samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at styrkja Kringvarpið. Enn er ikki greitt, hvussu hetta skal fremjast í verki, men kringvarpsstjórin fegnast um politisku raðfestingina.

“Vit hava í rúma tíð víst á, at Kringvarpið í roynd og veru er í vanda fyri at verða niðurlagað, tí lønarútreiðslur og aðrar útreiðslur vaksa skjótari enn inntøkurnar frá kringvarpsgjaldinum”, sigur Ivan Hentze Niclasen.


Miðlalandslagið skal á breddan

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at styrkja miðlalandslagið. Hetta er ein umráðandi raðfesting, heldur kringvarpsstjórin. Kringvarpið skipaði – saman við Sosialinum, Dimmalætting og Norðlýsinum – fyri ráðstevnuni “Miðlar á vegamóti” í Norðurlandahúsinum í august, har miðlalandslagið var sett á breddan. 

“Tað er gleðiligt, at miðlalandslagið hevur fingið tann politiska ansin, sum tað hevur uppiborið, tí eitthvørt samfelag, sum breggjar sær av at byggja á fólkaræði, eigur at hava eitt sterkt miðlalandslag”, sigur Ivan Hentze Niclasen.

Eisini leggur samgonguskjalið upp til, at útboðið av føroyskum barna- og ungdómstilfari skal fleirfaldast.

“Vit hava í langa tíð gjørt vart við, hvussu flóðaldan av útlendskum tilfari, sum tøknirisarnir varpa inn á okkum gjøgnum stroymingtænastur og sosialar miðlar, ávirkar bæði mál, mentan og savningarmegi. Tí er tað at fegnast um, at hendan orðingin er í samgonguskjalinum”, sigur kringvarpsstjórin at enda.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075

Um kvf css