- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark hálva øld í ES

Í dag eru hálvthundrað ár síðani, at Danmark bleiv limur í ES.
Fólkatingið fer at skipa fyri nógvum tiltøkum í tí sambandi.
Millum annað vera fólk spurd, hvønn týdning, ES limaskapurin hevur havt fyri Danmark, og vera við í einum kjaki um tað.
Tey vera eisini spurd, hvussu limaskapurin skal mennast í framtíðini.
Formaðurin í fólkatinginum, Søren Gade, sigur, at fólkatingið tekur hópin av avgerðum, sum byggja á ES reglur.
Um vit vilja hava ávirkan á, hvønn veg, ES skal fara, krevst stórt kjak í Danmark.
Tað krevur eisini, at fólkatingið sigur stjórnini, hvat Danmark leggur dent á í ES, sigur Søren Gade.
Talgild hoyring
Í februar hevur fólkatingið talgilda hoyring um ES. Har hittast veljarar og fólkatingslimir og kjakast um limaskapin í ES.
Endamálið er, at fólkatingið og stjórnin fáa at vita, hvat fólk vænta sær av danska evropapolitikkinum.
Grønland bleiv eisini limur í ES 1.januar 1973.
Men eftir eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, fór Grønland úr ES 1.januar 1985.
Føroyar hava ongantíð verið í ES. Heimastýrið vildi ikki fara við Danmark upp í ES.
Grønland og Føroyar eru heldur ikki í EBS, búskaparliga samstarvinum millum nøkur lond í Evropa, sum ikki eru í ES.
























