Ætla at stovna lutaíbúðafelag

01.01.2023 - 14:34
Innlendis
Ætla at stovna lutaíbúðafelag
Yvir 950 fólk eru við í ópolitiska áhugabólkinum “Lutaíbúðir”, sum hevur verið á Facebook í góðar tveir mánaðir, og tað legst afturat alla tíðina.
Mynd: Hilmar Jan Hansen  

Fleiri av hesum 950 fólkunum tørva onkursvegna innivist, og nú íbúðartrupulleikin støðugt tykist vera átroðkandi, er ætlanin at fáa sett eitt felag á stovn, so fólk kunnu fáa sær eina lutaíbúð.

At álvari liggur aftanfyri, sæst kanska ikki minst á, at ætlanin er at hava ein kunnandi limafund tann 18. januar og ein stovnandi aðalfund ein góðan mánað seinni, tann 22. februar – í báðum førum á Finsen í Havn.

– Av tí at tað er so dýrt hjá fólki at ogna sær eina íbúð, kunnu lutaíbúðir vera ein møguleiki at útvega fólki ein bíligari bústað, sigur Hans Jacob Hermansen, stigtakari til ópolitiska áhugabólkin “Lutaíbúðir”.

– Tað ræður um at fáa bygt so bíligar íbúðir sum gjørligt, samstundis sum talan er um dygdaríbúðir, ið eru væl bjálvaðar, bæði viðvíkjandi ljóði og hita, og so skulu tær vera so bíligar í rakstri sum gjørligt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858