Óvist nær varskógvaraskipanin verður eftirmett

Óvist nær varskógvaraskipanin verður eftirmett
Løgtingsvalið hevði við sær, at eftirmetingin var útsett
Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
 
03.01.2023 - 17:30

Eftirmetingin av varskógvaraskipanini er aftur útsett.

Hon skuldi eftir ætlan vera liðug nú um ársskiftið, men av tí at val var útskrivað, helt arbeiðið uppat.

Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum umsitur eftirmetingina av varskógvaraskipanini, sigur í dag, at enn er ógreitt, nær skipanin verður liðugt eftirmett.

Tað er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, sum skal leggja eftirmetingina fyri løgtingið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

03012023_Varskogvaraskipan


Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal leggja eftirmetingina av varskógvaraskipanini fyri tingið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360