Kongurin vil hava sonin at arva trónuna

Kongurin vil hava sonin at arva trónuna
Carl Gustav kongur í Svøríki er framvegis ímóti, at grundlógin var broytt, og at heitið trúnarvingur var tikið frá Carl Philip prinsi
Carl Gustav kongur er ímóti, at dóttirin, Victoria prinsessa, skal arva svensku trónuna.
 
05.01.2023 - 08:46

Carl Gustav kongur í Svøríki heldur ikki, at dóttirin, Victoria krúnprinsessa, eigur at arva trónuna. Í staðin eigur yngri beiggin, Carl Philip prinsur, at verða næsti kongur í Svøríki, heldur hann.

Tað sigur Carl Gustav kongur í samrøðu við svenska sjónvarpið, SVT. 

Tað var í 1980, at svenska grundlógin var broytt, soleiðis at elsta barnið hjá kongshjúninum, í hesum førinum Victoria krúnprinsessa  kundi arva trónuna. 

Fyri grundlógarbroytingina var tað annars yngri beiggi hennara, Carl Philip, sum stóð fremstur í arvarøðini. Tað gjørdi hann í umleið hálvt ár - frá tí at hann var føddur, til lógin var broytt. Eftir broytingina fekk tann tá trý ára gamla Victoria krúnprinsessa heitið trúnarvingur.

 

Carl Philip prinsur misti heitið sum trúnarvingur, tá svenska grundlógin var broytt í 1980.

 

Sonurin føddur trúnarvingur

Tað var skeivt, at heitið trúnarvingur var tikið frá Carl Philip prinsi, helt Carl Gustav kongur tá, og tað heldur hann enn. 

- Carl Philip var føddur krúnprinsur, og eg haldi framvegis, at lógin átti ikki at verið broytt við afturvirkandi gildi, sigur svenski kongurin í SVT-dokumentarinum Síðstu kongarnir í Svøríki. 

Hann vísir á, at sonurin var føddur trúnarvingur, og síðan var lógin brádliga broytt, og tað heldur svenski kongurin vera løgið.

Tað er ikki nýtt, at svenski kongurin er av hesi áskoðan, tí longu tá ið svenska grundlógin bleiv broytt fyri meira enn 40 árum síðan, gjørdi Carl Gustav kongur vart við, at hann tók ikki undir við broytingini.

Tá ið Victoria krúnprinsessa fekk heitið trúnarvingur í 1980, segði Carl Gustav kongur, at starvið er ov strævið fyri eina gentu. 

Carl Gustav kongur bleiv sjálvur kongur, hóast hann er yngstur av fimm systkjum. Hann hevur fýra systrar, sum allar eru eldri enn hann. 

 

Victoria prinsessa arvar trónuna í Svøríki. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650