Hetta eru aðalstjórarnir í landsfyrisitingini

Hetta eru aðalstjórarnir í landsfyrisitingini
Nú er greitt, hvørjir aðalstjórar fara at mynda tey níggju aðalráðini
Øll níggju aðalráðini hava hvør sín aðalstjóra.
 
05.01.2023 - 10:19

Nú er endaliga greitt, hvørjir aðalstjórar fara at mynda aðalráðini, soleiðis sum nýggja samgongan hevur skipað tey.

Bjarni Askham Bjarnason heldur fram sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.

Herálvur Joensen verður aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Eyðun Mohr Hansen verður aðalstjóri í Almanna- og Mentamálaráðnum.

Turið Arge heldur fram sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Og Poul Geert Hansen verður aðalstjóri í nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

 

Fyribils aðalstjórar

Trý nýggj nøvn eru eisini millum aðalstjórarnar.

Elin Mortensen er fyribilssett sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Hon er í dag sendikvinna í Brússel.

Nella Festirstein er nýggjur aðalstjóri í Lógar- og Innlendismálaráðnum. Hon er í dag deildarstjóri á lógartænastuni í Tinganesi.

Og Pól Egholm er aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum. Hann var áður deildarstjóri á vinnudeildini í gamla vinnumálaráðnum. 

Aftrat hesum átta aðalstjórunum kemur løgmansstjórin, John Rajani. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938