Páll Vang farin

Páll Vang farin
Hann var landsstýrismaður frá 1981 til 1985
Páll Vang var landsstýrismaður í samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin frá 1981 til 1985.
 
05.01.2023 - 12:20

Páll Vang, fyrrverandi landsstýrismaður og borgarstjóri á Tvøroyri, er deyður, 73 ára gamal.

Páll Vang, sum var útbúgvin lærari, gjørdist landsstýrismaður í samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin frá 1981 til 1985, við Paula Ellefsen sum løgmanni.

Páll Vang umboðaði Fólkaflokkin í landsstýrinum, og hann umsat m.a. heilsu- og samferðslumál.

Hann var býráðslimur á Tvøroyri frá 1985 til 2000.

Páll Vang var borgarstjóri frá 1993 til 1996 og aftur frá 1997 til 2000, tá hann legði frá sær vegna sjúku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083