Samd um at býta nevndarsessirnar

Samd um at býta nevndarsessirnar
Samgonguflokkarnir fáa formanssessin í fimm nevndum og andstøðan í tveimum
Tað dregur út at manna løgtingsnevndirnar, men nú er semja um, hvussu býtið millum samgongu og andstøðu skal vera.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2023 - 15:18

Samgongan og andstøðan eru samd um yvirskipaða býtið av teimum tilsamans 45 sessunum í teimum sjey føstu løgtingsnevndunum, men bíðað verður framvegis eftir, hvør skal manna nevndirnar.

Tingfundurin er niðurlagdur fleiri ferðir, og nú er ætlanin at taka fundin uppaftur klokkan 16 við nevndarvali á skránni.

Sambært semjuni fær Javnaðarflokkurin formannin í Fíggjarnevndini og Uttanlandsnevndini.

Tjóðveldi fær formanssessin í Rættarnevndini, og Framsókn fær væntandi formanssessin í Mentanarnevndini. 

Samgongan fær væntandi eisini formannin í Landsstýrismálanevndini.

 

Vinnunevnd og Trivnaðarnevnd

Andstøðan fær tveir formanssessir.

Sambandsflokkurin fær formansskapin í Vinnunevndini, og Fólkaflokkurin fær formansskapin í Trivnaðarnevndini.  

Miðflokkurin fær tríggjar nevndarsessir, men ongan formanssess. Tó verður roknað við, at Miðflokkurin fær ein serligan leiklut í Útnorðurráðnum. 

Samgonguflokkarnir bjóðaðu Miðflokkinum at skipa valbólk saman við samgonguni, nú nevndirnar skulu mannast, men tað verður kortini av ongum.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum:

 

05012023_Jenis

 

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana umboða nú Miðflokkin á tingi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040