Dregur út at manna tingnevndirnar

Dregur út at manna tingnevndirnar
Tingfundurin er niðurlagdur fleiri ferðir
Tómligt í tingsalinum, hóast nevndarval hevur verið á skránni allan dag.
Mynd: Tingvarpið  
 
05.01.2023 - 16:25

Tað dregur út at manna tær sjey løgtingsnevndirnar, sum skulu veljast eftir sambært tingskipanini.

Tingfundur var settur klokkan 11, men tá var eftir øllum at døma einki greitt, tí tingfundurin var niðurlagdur til klokkan 13.

Síðani er hann niðurlagdur fleiri ferðir, og tað nýggjasta er, at fundurin skal takast uppaftur klokkan 16.45.

Samgongan og andstøðan hava skipað hvør sín valbólk at velja nevndir, og semja er eisini um, hvussu teir 45 nevndarsessirnir í teimum sjey føstu nevndunum skulu býtast.

M.a. er greitt, at Javnaðarflokkurin fær formanssessin í Fíggjarnevndini og Uttanlandsnevndini, og at Tjóðveldi fær formanssessin í Rættarnevndini.

Sambandsflokkurin fær formanssessin í Vinnunevndini, og Fólkaflokkurin fær formannin í Trivnaðarnevndini.

Men enn er ikki greitt, hvør skal manna nevndirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040