Sí myndirnar: Fyrsti landsstýrisfundur

Nýggju landsstýrisfólkini, sum skulu stjórna Føroyum næstu fýra árini, høvdu sín fyrsta fund úti í Tinganesi í morgun.

 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fáa sær eitt sindur av frískari luft á gáttini til ovasta stýrisvaldið í landinum. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tykist hava tørv á einum kaffimunni oman á morgunmatin, áðrenn hon sessast við fundarborðið úti í Tinganesi. 

Ein væl nøgdur og væl settur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setir taskuna frá sær, meðan Pól Rosenmeyer Wolles, deildarstjóri á ritara- og stjórnartænastuni í Tinganesi, borðreiðir við frískari frukt. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er eftir øllum at døma ikki vorðin troyttur av at drekka kaffi oman á tær longu samgongusamráðingarnar beint eftir valið.      

Bjarni Kárason Petersen er yngsti landsstýrismaður higartil, sum tekur sæti við fundarborðið til landsstýrisfund í Tinganesi. 

John Rajani, løgmansstjóri, stjórnar Tinganesi við einum beini í tí gamla við einum vanligum blokki og einum beini í nútíðini við einari Microsoft Surface-teldu. 

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum, sessast við borðið undir liðini á Bjarna Kárasyni Petersen.

Tey bæði skulu eisini sita undir liðini á hvørjum øðrum í gamla Sjóvinnubanka-bygninginum í Gongini, har aðalráðini hjá teimum fara at húsast. 

Fyrsta punktið á skránni á fyrsta landsstýrisfundinum hetta valskeiðið var útlutan av serligu parkeringsloyvunum til landsstýrisfólkini úti í Tinganesi. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við serliga parkeringsloyvinum og eyðkenda blokkinum, ið hon altíð hevur við sær. 

Almanna- og mentamálaráðið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, skal húsast úti á Eirargarði. 

Eirargarður verður eisini adressan hjá Heilsumálaráðnum og Margit Stórá, landsstýriskvinnu. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og skúlamálum, skal fyribils húsast í hølunum hjá Havnar arbeiðarafelag við Tinghúsvegin fram til august mána.

Ætlanin er tó, at løgtingsfólk skulu hava skrivstovur í bygninginum, og tí verður leitað eftir hølum til Barna- og skúlamálaráðið. 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum, hevur tikið sæti til fyrsta landsstýrisfundin hetta valskeiðið. 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt eina skjóta framflyting inn í landspolitikk. Hann var nývaldur til løgtingsvalið 8. desember, og situr longu nú til háborðs í Tinganesi við sínum nýggja, serliga parkeringsloyvi.  

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal hava eitt uppskot um fíggjarlóg fyri 2023 klárt at leggja fyri løgtingið 14.februar. 

Nýggja landsstýrið ætlar eisini at yvirtaka farsóttarmálsøkið, og uppskotið, sum var fyri á landsstýrisfundinum í dag, verður neyvt tað sama, ið undanfarna landsstýri kom við í løgtingið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Er kopiera