- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tupperware aftur á handilshillini

Lív er aftur í teimum kendu Tupperware-plastíløtunum, sum í fleiri áratíggju hava verið fastur partur av køksinnbúgvi hjá mongum.
Tupperware er nevniliga komið aftur á norðurlendska marknaðin eftir húsagang og fíggjarligar trupulleikar.
Amerikanska fyritøkan søkti um verju móti kravánarum í 2024, og seinni varð sølan í Evropa steðgað.
Men nú er lokið lyft av aftur.
Sambært Tupperware Nordic, so fevnir nýggja norðurlendska virksemið um Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland.
Í Danmark verða vørurnar millum annað seldar í Bilka og Føtex, meðan norska handilsketan Coop eisini hevur fingið Tupperware á hillarnar.
Tupperware varð stovnað í USA í 1946, og gjørdist serliga kent fyri síni plastóløt og tey vælumtóktu Tupperware-ballini, har fólk hittust heima hjá hvørjum øðrum at keypa køksútgerð.


























