Russiskir bólkar framdu álopini á køliskipanir í Evropa

Russiskir bólkar framdu álopini á køliskipanir í Evropa
Bólkarnir siga, at telduálopini raktu vatnveitingar, orkuverk, ídnaðarvirki og matvørugoymslur í minst 20 londum
Russiska telduálopið rakti eisini fleiri matvøruhandlar, m.a svensku handilsketuna ICA, og matvørur fyri milliónir fóru fyri skeytið.
Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2026 - 09:07

Russisku hakkarabólkarnir, Z-Pentest og NoName057(16), hava tikið ábyrgdina av telduálopum á kølidiskar í fleiri evropeiskum londum.

Tað skrivar danska TV 2, sum hevur fingið atgongd til fráboðanir hjá bólkunum á sosiala miðlinum Telegram.

Sambært bólkunum hava telduálop rakt týdningarmikla undirstøðukervið í minst 20 londum, harav flestu eru limir í Nato-verjusamgonguni.

Millum annað siga teir, at vatnveitingar, orkuverk, ídnaðarvirki og matvørugoymslur eru rakt.

 

Stolið loyniorð frá Danfoss

Hakkarabólkarnir nevna eisini donsku fyritøkuna Danfoss, sum hevur framleitt fleiri av hitastillarunum, ið eru raktir av álopum.

Bólkarnir siga, at teir hava stolið loyniorð hjá starvsfólkum og kundum hjá Danfoss, og hava lagt eina fílu á internetið, sum teir siga prógvar hetta.

Danfoss hevur áður váttað, at telduálop hava rakt køliskipanir hjá fyritøkuni, men hevur ikki fleiri viðmerkingar til upplýsingarnar frá hakkarabólkunum, skrivar danska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891