Nýtt tjóðleikhús í 2019

Nýtt tjóðleikhús í 2019
Bygginevndin hevði sín fyrsta fund í dag
 
03.09.2013 - 14:46

Bygginevndin, sum skal gera byggiskrá og fyrireika byggingina av tjóðleikahúsi, er nú farin til verka.

Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag. Eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi.

Fimm mió. kr. í ár

Játtaðar eru fimm mió. kr. á fíggjarlógini til endamálið í ár.

Á langtíðaríløguætlanini standa tríggjar milliónir í 2017, 13,5 mió. kr. í 2018 og 28,5 mió. kr. í 2019.

Limirnir í bygginevndini eru: Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður, Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Baldvinsson, ljóstøkningur, og Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari.

Landsverk er ráðgevi, og umboð eru Mikael Viderø, deildarleiðari, og Birita Wardum, arkitektur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523