Lóg um grundvatn á veg

Lóg um grundvatn á veg
Almennir myndugleikar skulu fáa atgongd til privata ogn, tá endamálið er at seta upp útbúnað til at gagnnýta grundvatn
Lógin, sum nú er á veg, skal fáa til vegar greiðar reglur um, hvussu loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn. (Savnsmynd)
 
27.01.2023 - 09:52

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um lóg um grundvatn.

Ráðið sigur, at higartil eru møguleikarnir at vinna burturúr ella á annan hátt at gagnnýta grundvatn í Føroyum lítið kannaðir. 

Kortini hevur kelduvatn, grundvatn, sum spríkir úr undirgrundini, leingi verið brúkt sum vatnveiting til bygdir.

Og fólk hava vitað um heitar keldur í øldir.

Tunlarnir, sum eru gjørdir í Føroyum, hava avdúkað, at nógv vatn er í undirgrundini. 

 

1000 jarðhitahol

Síðani farið var undir jarðhitaboringar í Føroyum fyri 15 árum síðani, eru yvir 1000 jarðhitahol borað. 

Lógin, sum nú er á veg, skal fáa til vegar greiðar reglur um, hvussu loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn.

Millum annað er uppskotið, at landsstýrið kann taka gjald fyri loyvið.

Lógaruppskotið gevur almennum myndugleikum atgongd til privata ogn, tá endamálið er at seta upp útbúnað til at gagnnýta grundvatn. 

Harumframt fáa almennir myndugleikar atgongd til privata ogn, um tað er neyðugt at gera fyrireikandi uppmátingar, annað tøkniligt fyrireikingararbeiði og aðrar kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386