Ísraelsmenn skulu bera vápn

Ísraelsmenn skulu bera vápn
Tvey skotálop í tveir dagar í Eystur-Jerusalem fáa nú ísraelska trygdarkabinettið til at skjóta upp, at ísraelsmenn skulu hava lættari atgongd til vápn.
Tveir dagar á rað hevur palestinskur yvirgangur verið í Eystur-Jerusalem
Mynd: Ahmad Gharabli/AFP  
 
29.01.2023 - 10:59

Málið verður umrøtt av politikarum í dag, veit bretska kringvarpið, BBC, at siga.

- Um sivilfólk bera vápn, fáa tey lættari vart seg sjálvan, sigur ísraelski trygdarráðharrin, Itamar Ben-Gvir.

Tvey fólk vóru fyrrapartin í gjár rakt av skotum í Eystur-Jerusalem, og myndugleikarnir halda, at ein 13 ára gamal palestiskur drongur loysti skotini av.

Og í fyrradagin blivu sjey fólk dripin og trý løstað av skotum, somuleiðis í Eystur-Jerusalem.

Ein 21 ára gamal palestini, sum politiið skjeyt og drap, er undir illgruna fyri ta illgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Jambalaja - takk fyri hesaferð
192669
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644