Veður avlýsir hondbólt

Veður avlýsir hondbólt
Av tí at Smyril ikki hevur siglt fyrrapartin, eru vágskvinnur ikki slopnar til Havnar at spæla hondbólt.
 
29.01.2023 - 11:52

Fyri veður hevur Smyril ikki siglt í morgun, hvørki av Krambatanga klokkan 8.30 ella av Havnini klokkan 11, men ætlandi verður siglt aftur eftir ferðaætlanini í kvøld.

Hetta hevur millum annað ávirkað hondbóltin í bestu kvinnudeildini, tí dysturin í SMS-deildini millum Neistan og VB, sum skuldi byrja í høllini á Hálsi í Havn klokkan 14, er avlýstur, tí vágskvinnur ikki sleppa norður.

Annars boðar Strandferðslan frá, at fyri veður kann roknast við broytingum ella avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðunum í dag.

Men ímóti kvøldi minkar vindurin aftur, so tí er kanska skilabest hjá teimum, ið skulu ferðast millum oyggjar ella bygdir, at kunna seg um samferðsluna á ssl.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV