Fagnaður fyri fýrfalda meistaranum

Fagnaður fyri fýrfalda meistaranum
Í Kollafirði fagnaðu tey fýrfalda evropameistaranum í inniróðri, Saritu Kristinu Hansen, tá hon kom heim úr París
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
30.01.2023 - 12:35

Tað kom neyvan óvart á nakran.

Sarita Kristina Hansen gjørdi, sum hon plagar, og vann evropameistaraheitið í bæði 500 og 2000 metra teininum í lættvekt hjá kvinnum 30-39 ár. 

Hetta er fjórðu ferð, at miðvingurin í Kollafirði hevur vunnið hesa kappingina. 

 - Kenslan er ótrúliga góð. Eg náddi mínum málsetningi um at endurvinna EM, eg fekk eitt persónligt met heim við, sum eg eri ordiliga errin av, og eg vann greitt, so tað er fantastiskt, segði Sarita Kristina Hansen eftir móttøku í Kollafirði.

 - Tað verður stuttligari fyri hvørja ferð, tí tað liggur meir á einum hvørja ferð, tú skalt út at endurvinna.

Glað fyri landsliðsavrikið

Fyri kortum skipaði Róðrarsamband Føroya innirógvingina av nýggjum, og Sarita Kristina Hansen varð sett sum landsliðsvenjari.

Seinasta vikuskiftið var ungdómslandsliðið og kappaðist um donsku meistaraheitini, men hetta var fyrstu ferð, at seniorlandsliðið var til kapping, og tey fingu góð úrslit.

Vár Guriardóttir Hansen vann gull á 500 metra teinum í U23-bólkinum og Mattias Durhuus vann U19-bólkin á 500 metrum. Harumframt fingu Zoe Elisabeth Dickson og Sára Maria Johansen eisini heiðursmerki í sínum bólkum.

 - Avrikini hava verið ótrúliga góð. Harímillum teljast sjey persónlig met og nøkur ótrúliga góð persónlig avrik, so eg eri ómetaliga errin av rógvarunum, har fleiri eru við í landsliðshøpi fyri fyrstu ferð, sigur Sarita Kristina Hansen, sum eisini gleddist um, at tað aftur bar til at kappast uttanlands, nú koronukreppan er farin afturum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191516
Týsdag 6. mai
Grønir fingrar (2:3)
191487
Týsdag 6. mai
Veðrið
191504
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347