Elbilar: Váðameting má gerast fyri hvørt skip

Elbilar: Váðameting má gerast fyri hvørt skip
Sjóvinnustýrið hevur gjørt vegleiðing um elbilar og skip
Royndir siga, at avbjóðingarnar at sløkkja battaríeldar um borð á skipum eru størri, enn tær eru á landi, sigur Sjóvinnustýrið. (Savnsmynd)
 
06.02.2023 - 09:49

Áðrenn elbilar og hybridbilar vera tiknir um borð á skip, má reiðaríið greina og taka støðu til teir serligu vandar, sum kunnu standast av at hava el-battarí á bildekkinum. 

Fyri hvørt skip skal gerast ein serlig váðameting, sum sigur, hvar bilarnir skulu setast og møguliga løðast, og eld- og rýmingartilbúgvingin umborð skal lýsast.

Tað sigur Sjóvinnustýrið í einari vegleiðing um elbilar og skip.

 

Norrøna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Verri at sløkkja

Royndir siga, at avbjóðingarnar at sløkkja battaríeldar um borð á skipum eru størri, enn tær eru á landi.

Hóast eldur í el-bilum er sjáldsamari enn í øðrum bilum, eru battaríeldar torførir at sløkkja.

Og teir kunnu kykna aftur langa tíð eftir at teir, at vísa seg, eru sløktir. 

Eitt brennandi battarí kann eisini lata frá sær eitrandi gass, sum kann gera sløkkiarbeiðið á dekkinum trupult.

 

Smyril (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki klárt við altjóða reglum

Vitanin á økinum er vaksandi, men enn er IMO, sum er sjóvinnufelagskapurin hjá ST, ikki klárt við altjóða reglugerðum ella leiðbeining á økinum, sigur Sjóvinnustýrið. 

EMSA, sum er maritimi trygdarstovnurin hjá ES, gjørdi í fjør eina vegleiðing.

Á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum eru vegleiðingar um elbilar og hybridbilar og eldsløkking um borð á skipum.

Sí vegleiðingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360