Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær átalu

Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær átalu
Klagarin vendi sær tvær ferðir til umboðsmannin, tí hann fekk einki svar
Umboðsmaðurin heitti eisini á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka neyðug stig, so Arbeiðs- og brunaeftirlitið svaraði manninum, sum klagaði málið til umboðsmannin.
 
07.02.2023 - 11:43

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri eina málsviðgerð.

Klagan var um, at ein maður fekk ikki svar ella kunning um eitt arbeiðsóhapp, sum honum var fyri. 

Klagan er dagfest 9. juli í fjør. Maðurin hevði tá bíðað eftir svari í nærum eitt ár.

Í frágreiðing til umboðsmannin 13. september ásannaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at málsviðgerðartíðin var óvanliga long. 

Tað var tí, at stovnurin hevði so nógv at gera í sambandi við koronu.

Stovnurin segði, at klagarin væntandi fór at fáa eitt endaligt svar um mánaðarskiftið september/oktober 2022.

Umboðsmaðurin tók frágreiðingina frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til eftirtektar og kunnaði klagaran um, at grundarlag ikki var fyri at gera meira við málið.

 

Frætti einki aftur

Tann 11. oktober vendi klagarin sær aftur til umboðsmannin og boðaði frá, at hann framvegis ikki hevði frætt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Hann hevði til fánýtis roynt at fingið fatur í stovninum.

Løgtingsins umboðsmaður tók málið uppaftur.

Men tað gekk ikki betur enn væl.

Umboðsmaðurin heldur tað vera átaluvert, at tað var neyðugt hjá honum at geva Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tríggjar áminningar, og enntá heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka neyðug stig til, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið gav honum eitt svar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096