Sleppur ikki undan karantenu

Sleppur ikki undan karantenu
Kærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá ALS um karantenu
Tað ber ikki til bara at siga upp og so fáa pengar frá ALS.
 
08.02.2023 - 08:34

Tað ber ikki til bara at siga upp og so fáa pengar frá ALS. Ein góð orsøk krevst, ein orsøk, sum ALS góðtekur. 

Annars er karantenan átta vikur.

Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini hevur staðfest eina avgerð hjá ALS um karantenu. 

Orsøkin er, at tann, sum kærdi, hevur ikki víst á haldgóða grund til at siga seg úr starvinum.

 

Fluttur í aðra bygd

Orsøkin var, at hann er fluttur í aðra bygd saman við familjuni. Maðurin eigur hús í bygdini, hann er fluttur til, og børnini eru farin í ein góðan skúla.

Uppsøgnin er grundað á heilt rímulig viðurskifti, heldur hann. Orsøkin til uppsøgnina er haldgóð, sigur hann.

Men tað halda ALS og kærunevndin ikki.

Maðurin sleppur ikki undan karantenuni í átta vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360