Skulu hava 800 undirskriftir fyri at stilla upp

Skulu hava 800 undirskriftir fyri at stilla upp
Sjálvstýri ætlar at koma afturíaftur á landspolitiska pallinum og fer eisini at stilla upp til næsta kommunuval
Sjálvstýri misti umboðanina í løgtinginum á løgtingsvalinum í desember. Nú verður farið at savna undirskriftir, so flokkurin aftur kann stilla upp.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 17:59

Sjálvstýri skal hava í minsta lagi 800 undirskriftir fyri at stilla upp til løgtingsval.

Sjálvstýri misti tingsessin á løgtingsvalinum í desember, men á aðalfundinum hjá Norðoya sjálvstýrisfelag 21.februar verður farið undir at savna undirskriftir fyri at fáa Sjálvstýri endurstovnaðan sum flokk. 

 

Sámal Petur í Grund er formaður í Sjálvstýri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sigur soleiðis um orsøkirnar til, at flokkurin fer at royna at gera seg galdandi aftur í føroyskum politikki:

 

08022023_Samal_Petur

 

Sámal Petur í Grund ivast ikki í, at tað fer at eydnast at savna neyðugu undirskriftirnar fyri at stilla upp. Ætlanin er eisini at stilla upp næsta kommunuval.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928