15 dagbøtur fyri blúnisbrot

15 dagbøtur fyri blúnisbrot
Maðurin er dømdur fyri at klappa einari kvinnu, sum hann arbeiddi saman við, minst seks ferðir á afturpartin
Dømdi maðurin skuldi læra kvinnuna, sum júst var byrjað á arbeiðsplássinum, og hann var arbeiðsformaður hjá henni.
 
10.02.2023 - 08:37

Føroya rættur hevur givið einum 69 ára gomlum manni 15 dagbøtur á 500 krónur fyri blúnisbrot.

Talan er um kynsligan ágang á einum arbeiðsplássi.

Maðurin er dømdur fyri at klappa einari kvinnu, sum hann arbeiddi saman við, minst seks ferðir á afturpartin.

Hann er eisini dømdur fyri at gera viðmerkingar um klæðini, kvinnan var í, og hann spurdi um hennara undirklæði. Hann hevði haraftrat viðmerkingar um kroppin hjá kvinnuni.

Maðurin noktaði seg partvíst sekan.

 

Arbeiðsformaður

Maðurin skuldi læra kvinnuna, sum júst var byrjað á arbeiðsplássinum, og hann var arbeiðsformaður hjá henni.

Maðurin er dømdur at gjalda kvinnuni 10.160 kr. í endurgjaldi fyri tort og sviða.

Kvinnan var sjúkrameldað í átta mánaðir, tí hon var strongd. Blúnisbrotið er tó ikki orsøkin til allar sjúkradagarnar, sigur Føroya rættur.

Maðurin er bara dømdur at rinda endurgjald fyri 24 dagar.

Og hann fekk 7.500 kr. í dagbótum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952