Turkaland: Kvinnur bjargaðar

Turkaland: Kvinnur bjargaðar
Tvær kvinnur eru í dag funnar á lívi í toftunum eftir rapaðar bygningar í Turkalandi, har tær høvdu ligið í tilsamans 122 tímar.
Mynd: NDTV  
 
11.02.2023 - 13:31

Turkiskir myndugleikar upplýsa, at onnur kvinnan var 70 ára gomul og varð bjagað í Kahramanmaras-landslutinum og at hin var ein 55 ára gomul kvinna, sum var bjargað í Diyarbakir, sum er næststørsti býur í landsynningspartinum av Turkalandi.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Turkiski varaforsetin, Fuat Oktay, upplýsti í nátt, at tilsamans 67 fólk eru fingin undan húsatoftum hetta seinasta samdøgrið.

Kortini hava jarðskjálvtarnir mánadagin kravt nógv mannalív í bæði Turkalandi og Sýrialandi, og tilsamans er talið á deyðum í morgun farið upp um 24.000.

Í Turkalandi fáa umleið 80.000 fólk viðgerð á sjúrkrahúsi, og turkisku myndugleikarnir meta, at umleið ein millión eru blivin heimleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107