Frakland: Stórar kravgongur

Frakland: Stórar kravgongur
Í Fraklandi hevur fyri fjórðu ferð verið skipað fyri landsfevnandi mótmælum ímóti forsetanum, Emmanuel Macron, og uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár.
Fraklendingar í hópatali hava verið úti á gøtunum í dag og mótmælt
Mynd: Bart Biesemans/Reuters  
 
11.02.2023 - 18:21

Myndugleikarnir upplýsa, at tilsamans hava 963.000 fólk verið við í kravgongunum, harav tey 93.000 í París.

Men fakfelagið CGT vil vera við, at almennu tølini eru ov lág og sigur, at í minsta lagi hálvtriðja millión fraklendingar vóru úti á gøtunum og mótmæltu – og bara í París var talan um hálva millión fólk.

Í sambandi við kravgongurnar søgdu átta tey størstu fakfeløgini í Fraklandi, at tey eru til reiðar at leggja Frakland lamið á øllum økjum tann 7. mars, um stjórnin og tjóðartingið “framvegis møta fólkakravinum við deyvum oyrum”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862