Føroysk sendistova í Washington næsta ár

Føroysk sendistova í Washington næsta ár
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 eru 200.000 kr. til at fyrireika at lata sendistovuna upp
Føroyar fáa eftir ætlan sendistovu í Washington næsta ár.
 
17.02.2023 - 08:27

Føroyar fáa sendistovu í Washington næsta ár.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 eru 200.000 kr. til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í Washington. 

Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA eru vaksin nógv seinnu árini.

Eisini er politiska samstarvið millum londini økt.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað.

Hon skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA um gransking, mentan og vinnu.

Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum til USA, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786